SveisingaHandilin

Innkeyps kurv

Kurvin er tóm
Til kassa

Tilbud

Harboe Trading Gass-ovnur
Les meira 995,00 DKK Førpris: 1.199,00 DKK

Søgan áðrenn Fønix:

Fønix hevur sín uppruna í handli, sum Gullak Zakariassen hevði í Fransabrekkuni. Tað var har, sum skiftandi Pubbir hava verið seinastu árini; her hevði hann tað næst-ovasta hølið í Fransabrekkuni í kjallaranum hjá Eirikstoft. Gullak seldi sveisitól, elektrodir, gass og annað til jarnsmíð. At byrja við hevði hann gassfløskurnar liggjandi heima við hús, uppi undir Varða. Seinni flutti hann fløskurnar út á kaiin.

Í 1969 keypti Viljormur Tórsheim handilin, sum tá fekk navnið Sveisingahandilin. Fyrst helt hann fram í Dr.Jacobsensgøtu og hevði fløskurnar í garðinum hjá mammu síni, beint omanfyri. Eina tíð helt hann til í Vágsbotni, í innasta húsinum hjá Valdemar Lützen. Fløskurnar stóðu tá á Kaiini

Í sjeytiárunum bygdi Viljorm í Jóannesar Patursonargøtu. Tað var beint heimanfyri Bispagarðin og ljóskurvarnar. Ljóskurvarnar hava verið ein góð lýsing, tí í 1996 flutti Sveisingahandilin, og enn nevna fólk hetta við,m at tey minnast Sveisingahandilin frá ljóskurvunum, hóast tey ongantíð hava veri inni á gólvinum. Viljorm hevur altíð havt áhuga fyri rossum, og førdi hann eisini í hesum sambandi eitt breitt úrvæl av útgerð til ross.

Í 1981 var felagið broytt til partafelag, og í 1992 seldi Viljormur partapeningin til Jóhan Simonsen, sum frammanundan hevði verið ein av stjórunum í Føroya Banka.
Sveisingahandilin varð verandi í táverandi handilshølum til 24. september 1996, tá flutt varð í nýggj hølir í Mykinesgøtu. Hetta er rúmligur bygningur uml. 700 fermetrar til støddar og við einum framsýningarhøli uppá góðar 100 fermetur.

Í 1993 gjørdist Jóhan umboðsmaður fyri Mobil Oil og fór Sveisingahandilin; gjøgnum eitt systurfelag, at selja alskins oljur, undantikið brenniolju og bensin. ExxonMobil sum í dag er heimsins stórsta felag, ber orð fyri at gera heimsins bestu smyrjuoljur. Úrvalið fevnir um so, at siga allar motor, gear, hydraulik oljur og feitt; til skip, maskinur, kompressarar & bilar.

Í 2006 seldi Jóhan Sveisingahandilin til sonin Bárð Simonsen og feløgini vórðu løgd saman. Uppruna endamálið, sum var at veita gass, er framvegis høvuðstátturin í fyritøkuni. Í 2005 kom húsarhaldsgass eisini upp í úrvalið.
P/F Fonix - Mykinesgøta 8 - FO-100 Tórshavn - Telefon +298 311909 - Teldupostur fonix@fonix.fo - CVR 324043